Heimstaðið dregur og fremst liggur ynskið um at búgva her. Einaferð taldu vit smá hundrað grundøki, liggjandi framvið vegi í Sørvági. Á nøkur grundøki er bygt síðan og helst er áhugin vaksandi , at byggja her, ímillum hini húsini.
Hettar kann broyta bygdalagið munandi.
Men tá ið so stórar víddir liggja óbygdar millum húsini, eru møguleikarnir eisini hareftir, til íbúðir til eldri og yngri v.m, men eisini til óbygd grøn økið, fyri at varðveita trivnaðin í tí longu bygda.
Vit á lista A vilja ávirka til at bygt verður skilagott í øllum bygdunum. Í vídd og framburði sigur tað bygda sína søgu. Sumt gamalt, flætta saman við smølum vegum og krókutum gøtum, annað yngri, men ikki heilt so stórt og fevnandi sum tað nýggja. Soleiðis kunnu vit seta hús og býlingar í bás við tíðina, bygt varð í. Søgan er sjónlig.
Skulu vit varðveita hesa søguna, mugu vit gera ein plan at ganga eftir og her er bygdaplanur og byggisamtykt rætta amboðið.
Sjálvandi er tað ein avbjóðing at byggja við atliti til søgu og snið, men bert við at seta okkum hettar sum mál, flyta vit okkum, vaksa við avbjóðingini og finna betri og betri loysnir.
Ein góður bygdaplanur kann gerast yvir eitt valskeið, hann hevur ávirkan í ævir. Við einum óbroyttum plani kann enda heilt galið. Sjálvandi skulu Bøur, Gásadalur og Mykines hava sínar serligu bygdaplanir.
Vit á lista A raðsfesta íbúðir til ung og eldri og vardar íbúðir og sambýli fremst tá bygt verður her ímillum hini húsini.
So vítt gjørligt tað ber til, skulu vit eisini hava tilboð til ung og eldri niðri í bygdini.
Tí eiga vit at kanna allar møguleikar at byggja út høllina við skúlan, soleiðis at tann høllin í øllum førum nøktar tørvin til venjingina hjá børnum og ungum til fimleik og hevur hæddina til flogbólt.
At hava marghøll og høll, kirkju, skúla og vøll, niðri í tætt bygdum øki, er ein fongur. Her kann verða meiri, men vit skulu eisini finna javnvágina og fara út um við tí, sum vit kunnu verða felags um í allari oynni.
Verandi byggisamtykt hevur tænt fyri seg, er útgingin og hevur verið longd við einum ári so hvørt.
Initiativið til at gera nýggja byggisamtykt, hevur ligið í Vinnunevndini. Tey við áhugað kunnu kanna eftir hvør eigur meirilutan her, í hesi setuni. Um arbeiðið við at broyta byggisamtyktina er byrjað, verður tað hildið tætt at kroppinum, má sigast.
Annars taka vit sjálvandi undir við øllum góðum uppskotum frá hinum listanum og taka tey og tykkum við í viðgerina, fáa vit meirlutan.
Listi A í Sørvágs kommunu. Saman við tær ein betri heimstað.
Jákup á Stongum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo