Fyri veður verður ikki flogið meira í kvøld, og tey bæði flogførini, sum eftir ætlan skuldu lenda í Vágum seinnapartin og seinni í kvøld, eru avlýst, boðar Atlantic frá.
RC1453 og RC1459 upprunaliga úr Keypmannahavn væntast bæði í Vágar fyrrapartin í morgin, 25. januar.
Fráferðirnar í morgin tíðliga, RC430 til Bergen og RC450 til Keypmannahavnar, eru tískil ávirkaðar. Væntandi verður farið úr Vágum í morgin, mikudagin, kl. 10.40.
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum, og heitt verður á ferðafólk um at fylgja við á heimasíðuni atlantic.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo