Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fyribils leigusáttmálin sum Sjóvinnustýrið hevur nú um hølini við Flogvøllin gekk út tann 1. november í fjør, men enn hevur Sjóvinnustýrið ikki funnið nakað høli í Vágum.

Og stjórin Hans Johannes á Brúgv hevur ikki góðar vónir um at finna nakað høli í Vágum, sigur hann við VP.

- Vit hava verið runt í oynni og hugt, men enn hava vit ikki funnið nakað høli til eina permanenta loysn, sigur hann.

Spurdur um hetta so merkir, at Sjóvinnustýrið kanska er á veg aftur til Havnar, sigur Hans Johannes á Brúgv, at politiski viljin er, at Sjóvinnustýrið er í Vágum, so tí leita vit eftir eini loysn her.

- Havnin liggur ikki enn í kortunum, men tað er givið, at tað hevði verið lættari at funni eini høli í Havn, har vit frammanundan eisini hava virksemi.

Sjóvinnustýrið hevði ein bygning til leigu í mong ár í Miðvági, men tann sáttmálin var uppsagdur. Upp á tal var eisini at keypa henda bygningin, men sambært stjóranum, so hevði hetta verið ein dýr loysn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo