Ferðavinnan var væl umboðað, tá ið dóttur Tróndur og Anitu Niclasen, Julia, gróv fyrstu skuffuna seinnapartin í dag úti í Bø.
Tað eru Tróndur og Anita Niclasen sum eiga smápartafelagið Útsýnið, sum letur smátturnar byggja úti í Bø.
Smátturnar verða ikki seldar, men leigaðar út, tá ið tær standa lidnar einaferð tíðliga í heyst, sigur Tróndur Niclasen við VP.
Kostnaðurin liggur einastaðni millum 3 og 4 milliónir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo