Vit hildu, at vit umsíðir sóu ljósið í tunnilsmunnanum, men so komu tey køvandi boð, at Vágatunnilin skal gerast ein føst inntøkukelda hjá landskassanum.
Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru uttan iva millum bestu íløgur, landið hevur gjørt. Teir eiga ein týðandi leiklut í tí framtakssemi og virkisfýsni, sum er í landinum.
Vit hava síðstu tíðina hoyrt fleiri, sum onkursvegna vóru við í tilgongdini, tá farið var undir arbeiðið í Vágatunnlinum, siga, at politiska avtalan var, at tunnilin skuldi latast landinum, tá ið lánið var goldið.
Tað er tað, sum tunnilsnevndin í samráð við Vinnumálaráðið hevur arbeitt fram ímóti, og tað er fatanin, øll vágafólk, norðoyingar og føroyingar yvirhøvur altíð hava havt um verkætlanina.
Til dømis sigur Klæmint Weihe, fyrrverandi nevndarformaður í Vága- og Norðoyatunnilinum, soleiðis í FB-viðmerking: “Avtalað varð, at partafelagið við 160 mio. kr. í partapeningi skuldi latast landinum aftur, tá ið lánið varð goldið, og tunnilsgjaldið skuldi avtakast. Tað var ongantíð borið upp á mál, at partapeningurin skuldi gjaldast aftur - men at partafelagið skuldi latast landinum aftur.”
Hann staðfestir eisini í somu útsøgn, at tað ber ivaleyst til at finna hetta fram aftur í fundarfrásøgn í Vinnumálaráðnum.
Avtalan má og skal haldast. Tað altavgerandi er ikki at sleppa undan at rinda nakrar krónur fyri at koyra ígjøgnum tunnilin. Tað avgerandi er, at ein gjørd avtala verður hildin, og at vágafólk - og norðoyingar - koyra á vegum landsins undir somu treytum sum allir aðrir føroyingar.
Tí vilja vit so staðiliga heita á landsins politisku myndugleikar og leiðslu, at avtalan ikki verður brotin, sum segði, at tá ið tunnilin er goldin, skal hann handast landinum fyri einki, og bummgjaldið fella burtur.
Tað er tað einasta rætta at gera.
Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu
Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo