Frá í gjár 26. januar, er samstarvið millum 07 Vestur og Thiago Pinto Borges endað.
Leikarin er nú ikki longur partur av hópi felagsins, skrivar 07 Vestur á síni heimasíðu.
Arbeitt verður við at finna nýggjan styrk til hópin, verður sagt.
Tað er partur av nevndini í 07 Vestur, sum vildi hava Thiago úr felagnum, og grundgevur tað millum annað við eini søgu frá tíðini, tá ið Thiago leikti í Íslandi, sambært nevndarlimi sum VP hevur tosað við.
Danska Tipsbladet skrivar um hendingina - trýst her
Trupulleikin er bara, at henda søgan við hesi gentuni er ongantíð váttað, men kom fram tá ið íslendska felagið Throttur rykti niður.
Thiago gjørdi einki við málið tá, tí sum VP skilur, so treivst hann ikki í Íslandi, men sambært tí sum VP skilur nú, so ætlar Thiago sær at stevna 07Vestur í sambandi við hetta málið, sum byggir á ógrundaðan ótta.
Tað er tó ikki alt komið fram enn um, hví meirilutin í nevndini hevur avgjørt at enda samstarvið við Thiago.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo