Logan Air hevur nú fingið loyvi frá donsku myndugleikunum at flúgva millum Aberdeen og Sørvágs í summar.
Herfyri viðmælti Poul Michelsen, landsstýrismaður, at loyva felagnum at flúgva summarhálvuna, og Poul Michelsen váttar fyri VP, at nú hevur flogfelagið fingið endaliga loyvið.
Tað er longu nakað síðani, at bíleggjast kundu ferðaseðlar við Logan Air.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo