Landsverk: Tað er fyritøkan Sp/f Jim S í Sørvági, ið fer at standa fyri hesi arbeiðstøkuni, sum í høvuðsheitum fevnir um slíping og yvirflatuviðgerð av gólvi til Glasir.
Talan er ivaleyst um størstu gólvarbeiðstøku í Føroyum nakrantíð, umleið 15.000 fermetrar av gólvi, ið ávikavist verða betonslípaði, løgd við vinyl ella polyurethan.
Meginparturin av gólvunum í Glasi fara at minna um tey, sum eru løgd á í terminalinum á flogvøllinum. Millum annað vera tey at síggja í øllum vanligum skúlastovum, í matstovuni og á allari gólvvíddini í runda høvuðsbygninginum.
Samlaði kostnaðurin fyri hesa gólvarbeiðstøkuna, sum tilsamans fevnir um eina gólvvídd svarandi til umleið 150 sethús ella tríggjar fótbóltsvallir, er 8.250.597 krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo