Myndirnar hjá sørvágsmálaranum Lasse S, sum vóru sera sjónligar í gomlu farstøðini á flogvøllinum, eru nú aftur komnar upp at hanga í nýggja terminalinum.
- Nú eru tær komnar uppaftur at hanga og hanga á vegginum tætt við Gate 1, sigur stjórin Jákup Sverri Kass.
Myndirnar eru helst komnar upp at hanga í gamla terminalinum einaferð í 70-unum, heldur Lasse S sum Vp hevur tosað við.
Persónarnir á myndunum eru: Poul F, Petur á Heygum, Keldu Jákup, Jóhannus hjá Lona Jógvan, Heini í Húsi, Tøvubóndin í Gásadali, Dia, postmaður í Gásadali og so einasta kvinnan Hálvdans Lisa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo