Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fundur var í dag við løgmann um Vágatunnilin, sum valfeløg, vinna og borgarstjórar høvdu kallað inn til.

- Vágatunnilin er komin hartil, at hann er útgoldin og skal tí bindast í landsvegakervið, og bummgjaldið avtakast, var ein av yvirskriftunum fyri fundin.

Víðari søgdu umboðini, at lógirnar um fast samband um Vestmannasund og Leirvíksfjørð stuðla greitt undir hesum, harumframt eru aðrar lógir og frágreiðingar, sum stuðla hesi fatan.

- Vit hava eisini fingið almenn úttalilsi frá t.d. Anfinn Kalsberg, sum var løgmaður, tá lógirnar um tunnlarnar vórðu gjørdar, Finnboga Arge, vinnumálaráðharra tá, og Klæmint Weihe, sum var fyrsti nevndarformaður í Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum, sum allir stuðla hesi fatan.

Sí upplegg til fundin her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo