Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Danska stjórnin hevur avgjørt at flyta almennar stovnar úr høvuðsstaðum og út um landið.

Hetta bæði fyri arbeiðspláss uttan fyri høvuðsstaðin og eisini tí neyðugt er við meira plássi í høvuðsstaðnum.

Sjálvt prísirnir á búðstøðum eru farnir til himmals.

Nú hevur svenska stjórnin boðað frá tí sama. Almennnir stovnar skulu flytast úr Stokkhólmi.

Men her tykist reyða samgongan at vilja øvugt. 

Samgongan hevur á fíggjarlógini fyri 2017 kliniskt reinsað Vágar burtur av fíggjarlógini.

Bíða nú, Vágatunnilin skal verða mjólkimaskina hjá landinum, men ikki eitt tal finst til hvørki íløgur ella ábøtur.

Á rakstrarsíðuni stóð tó framvegis ein almennur stovnur, nevniliga Sjóvinnustýrið.

Nú skal hesin eisini fjernast úr Vágum.

Undanførslan er, at tað finst ikki eitt einasta brúkiligt hús í Vágum.

Slík útsøgn eigur at vekja undran.

Ikki eitt einasta hús?

Kanska tað fullkomna húsið ikki finst her og nú, men góð hølir eru nokk av.

Sjóvinnustýrið hevur longu fingið sær skrivstovu í Havn til ein part av fólkunum, so um neyðugt er við tveimum húsum, er tað ikki ein trupulleiki fyri tey, í hvussu er ikki nú.

Tað sum drívur verkið er heldur trongdin at flyta alt til Havnar.

Eg vóni, at landsstýrið heldur fast og gevur Sjóvinnustýrinum boð um, at tað er staðsett í Vágum, eisini meðan bíðað verður eftir nýggjum bygningi.

Um ikki, so kemur eingin nýggjur bygningur.

Jørgen Niclasen, tingmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo