Klokkan 19 í kvøld var bilurin funnin aftur, sum sóknast var eftir í gjár.
Bilurin var koyrdur á sjógv av bryggjuni í Miðvági.
Rescue Sverri, kavarar og við hjálp av tólinum Sight scan, var bilurin lokaliseraður klokkan 19 í kvøld.
Bilurin er á veg til Havnar nú og verður settur til turkingar, so løgreglan fær kannað bilin.
Talan er um ein svartan Citroén Berlingo, ið brádliga hvarv í Vesturbýnum í Havn.
Føroya Bjór eigur bilin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo