Í dag hevur verið renning í Vágum, frá Sørvági og út til tunnilsmunnan, og her eru 41 myndir.
Byrjað var við kirkjuna í Sørvági og runnið var næstan út til munnan við Gásadalstunnilin at venda, og so sama veg heimaftur. Bæði á veg út og heim var runnið omanfyri Bíggjar bygd. Teinurin er knappar 12 km. Gentur og dreingir byrjaðu samstundis, men vendu við 1,5 km. Teirra teinur var sostatt 3 km.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo