Mánakvøldið 9. januar fer Vágakórið undir seinna hálvár. Vant verður í gomlu skúlaauluni á Giljanesi hvørt mánakvøld kl. 19.30 – 21.30.
Kórið fer nú undir at venja nýggja spennandi sangskrá, og tí er lagamanni hjá nýggjum sangarum at koma við. Í kórinum eru í løtuni umleið 35 sangarar, sum halda tað vera stuttligt at syngja saman.
Men Nevndin vónar, at fleiri nýggir, sangglaðir sangarar leggjast aftrat kórinum.
Góðu umstøðurnar at hava kór í Vágum eiga at síggjast og hoyrast aftur, tí í okkara vøkru oyggj finnast nógv fólk við góðari rødd, sum við hollari leiðbeining kunnu gerast partur av einum væla kóri.
Verið tí hjartaliga vælkomin at syngja við Vágakórinum mánakvøldið 9. januar kl. 19.30. í gomlu skúlaauluni á Giljanesi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo