Men stóra flogfarið hjá amerikanska forsetanum sleppur ikki avstað aftur, tí tað er vøllurin í Sørvági ov stuttur til.
Um so er, at Donald Trump og Vladimir Putin taka av tilboðnum um at fundast í Føroyum, sum Miðflokkurin ætlar, so hevur til dømis Donald Trump aðrar møguleikar.
Hann hevur fleiri flogfør í at velja, til dømis Air Force 2, sum frú Trump fer at brúka og ráðharrar eisini brúka, ella eitt Gulfstrem flogfar, sum amerikanskir forsetar onkuntíð brúka, til dømis í Miðeystri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo