Hagstovan: Fyrsta ársfjórðing í 2022 vaks brúkaraprístalið 4,4 prosent í mun til sama ársfjórðing í fjør. Í Føroyum eins og úti í heimi er talan um størstu árligu broytingina í brúkaraprístalinum síðan alheims fíggjarkreppuna í 2009.
Eftir einum ári eru prísir í heili 11 av 12 vøru- og tænastubólkum øktir, meðan prísir á útbúgving standa í stað. Tað er serliga prísvøksturin á 14,3 prosentum á vørubólkinum ‘býli’, ið er orsøk til broytingina í prístalinum. Aftan á hesum koma prísir á vørum og tænastum innan ‘húsbúnað, húsarhaldstólum o.l.’, ‘samskifti’ umframt ‘klædnavørum og fótbúnað’, sum eru øktir við ávikavist 5,4, 4,5 og 3,9 prosentum.
Undan koronufarsóttini lá árliga broytingin í samlaða brúkaraprístalinum í Føroyum - eins og í miðal í Evropa - millum eitt og tvey prosent, men nærkaðist óbroyttari árligari prísgongd meginpartin av 2020, tá koronufarsóttin leikaði harðast á. Uppgerðirnar av brúkaraprístalinum í Føroyum eins og aðrastaðni í Evropa vísa nú aftur ein lutfalsligan stóran vøkstur. Vit skulu leita aftur til tíðina beint undan fíggjarkreppuni fyri at síggja líknandi árligan vøkstur í brúkaraprístalinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo