Ímeðan sølan av mjólk minkaði í fjør so vaks sølan av mjólkaúrdráttum.
- Í litrum er mjólkin minkað úr 5,2 mió litrum til 5,03 mió litrar, sum er ein minking uppá 3,3%, meðan úrdráttirnir fóru úr 1,61 mió litrum upp í 1,67 mió litrum, sum er 3,6% meira, stendur í ársroknskapinum hjá virkinum.
Sagt verður, at sølan nú er normaliserað og keypimynstrið tað gamla aftur, eftir at koronafarsóttin er avhæsað.
Upplýst verður eisini, at MBM kannar møguleikan at fara undir framleiðslu av Skyr. Og arbeitt verður eisini við at menna nýggjar marknaðir.
- Vit eru farin í holt við at framleiða laktosufría mjólk og laktosufrítt kakao. Hesar vørur eru komnar á marknaðin, og arbeiða vit við at fáa hesar - og aðrar vørur - inn á grønlendska marknaðin eisini. Vit hava fingið nýggj sambond í Grønlandi og arbeiða miðvíst fyri at fáa okkara vørur í handlarnar haryviri, stendur í frágreiðingini.
Les eisini:
Meginfelag Búnaðarmanna við nógv minni úrsliti hóast metsølu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo