BETRI: Í kvøld varð aðalfundur í Betri samtakinum. Tað er Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri, og í kvøld var staðfest, at tað gongur sera væl.
- Tað eru ymsar orsøkir til góða úrslitið. Eitt nú økt virksemi í øllum dótturfeløgum, færri skaðar, umframt sera jalig gongd á virðisbrævamarknaðunum, greiðir Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna fyri Betri samtakið, frá.
Hon vísir á, at øll feløgini í samtakinum, serliga Betri Trygging og Betri Banki, høvdu sera góð úrslit í 2021. Bankin hevur tó ikki goldið vinningsbýti út í ár, tí hann bjálvar seg til høgu kapitalkrøvini, ið verða sett føroysku SIFI bankunum.
Tilsamans varð úrslitið hjá Betri Samtakinum 276,8 milliónir kr. eftir skatt, og Umboðsráðið, sum umboðar eigararnar, gjørdi í kvøld av at rinda 40 milliónir krónur aftur til limirnar. Hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at vinningsbýti verður rindað út sum Limakrónur.
Harumframt varð avgerð tikin um at lata aðrar 30 milliónir krónur til virksemið hjá Betri Stuðuli, ið stuðlar verkætlanum, sum skapa tryggleika og fyribyrgja sjúku og skaða í Føroyum ella onkursvegna eru samfelagsgagnligar.
Tað fara sostatt 70 milliónir krónur av ársúrslitinum hjá Betri aftur til føroyska samfelagið.
- Vit fegnast um góða úrslitið og góðu gongdina. Hartil eru vit sera fegin um, at vit, sum eitt limaátt felag, kunnu tryggja, at góðu úrslitini hjá samtakinum koma føroyingum og Føroyum til góðar, sigur Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna í Betri samtakinum.
Á aðalfundinum er fastur táttur at hava nevndarval. Nývald í nevndina er Poula Michelsen, og hon kemur í nevndina saman við Aslaug Gisladóttir, Gunn Danielsen, Ragnari Joensen, Petur Eliasi Nielsen og Mortani Simonsen.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Aslaug Gisladóttir sum forkvinnu og Gunn Danielsen sum næstforkvinnu. Tær hava verið í formansskapinum og staðið á odda fyri samtakinum síðani 2018.
Ársroknskapurin hjá samtakinum í stuttum:
· Úrslitið eftir skatt 276,8 mió. kr. (2020: 146,3 mió. kr.)
· Eginognin 3.729,6 mió. kr. (2020: 3.458,0 mió. kr.)
· Renta av eginogn aftaná skatt 7,7% (2020: 4,3%)
· Solvensurin hjá samtakinum við árslok var 33,4% (2020: 33,7%)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo