Trý ísfiskaskip eru úti. Tey landa helst í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu, men fiskaríið er smáligt. Onkur av smærru ísfiskabátunum fer helst avstað í næstum. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, eitt við Eysturgrønland og trý undir Føroyum.
Fiskamarknaðurin sigur í sini meting um útlitini fyri vikuna, at av tí at streymurin harðnar sum vikan gongur, og veðrið verður nakað umskiftandi, og so tí páskirnar eru í vikuni, so verður ikki roknað við nógvum útróðri.
Djúpvatnstrolarar liggja báðir við bryggju, men møguliga fer annar avstað í vikuni. Seks pør eru til fiskarí, men fiskaríið er misjavnt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo