Hagstovan: Í mars í 2022 vóru gistinæturnar 11.800 í tali á gistingarhúsunum. Tað er ein vøkstur upp á 23% í mun til sama mánað í fjør.
Góð 39% av kømrunum á gistingarhúsunum vórðu brúkt í mars, samanborið við 29% í fjør.
Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í mars vóru 95% av gistingunum á gistingarhúsum í Tórshavnarøkinum.
Føroyingar áttu gott 4.600 ella 39% av gistináttunum á gistingarhúsunum í mars. Talið av gistináttum hjá føroyingum minkaði við 22% í mun til mars í 2021.
Hinvegin tvífaldaðist talið av gistináttum hjá dønum, og talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Danmark vaks við 62% samanborið við í mars í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo