Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av smáum svartkjafti í føroyskum øki í ár.

Talan er serliga um 2020 árgangin og so eisini 2021 árgangin. Hetta er fyri tað mesta óbúgvin fiskur, sum stendur víða um í sunnara parti av føroyskum øki og nakað suður um markið. Miðallongdin var einans 23 cm og miðalvektin 80 g í kannaða økinum.

Longur suðuri var svartkjaftur at síggja eystanfyri, fram við írsku og skotsku hellingini, meðan sera lítið var úti á djúpum sjógvi. Her var talan um nakað størri svartkjaft, sum hevði gýtt.

Fyribilsúrslitini frá hinum rannsóknarskipunum, sum kannaðu økini longur suðuri í írskum sjógvi, vístu, at gýtandi svartkjaftur var at síggja á leiðunum vestur og norður av Porcupine bankanum.

Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Spania. Endaligu úrslitini frá felags kanningunum verða tøkar, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd seinni í apríl.

Les alla frágreiðingina her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo