Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskiskapurin undir Føroyum er so sum so í løtuni sambært fiskamarknaðinum. Í metingini fyri næstu viku eru orðini "fiskiskapurin er smáligur" í nærum hvørjum setningi.

Tvey ísfiskaskip eru úti. Bæði landa fyrst í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu. Smáligt fiskarí. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, fýra við Eysturgrønland og tvey undir Føroyum.

Annar djúpvatnstrolarin er á svartkalvaveiðu og kemur at landa fyrst í vikuni. Hin liggur við bryggju.

Fýra pør eru til fiskarí og koma øll at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski.

Streymurin batnar sum vikan gongur og veðrið sær út til at blíva brúkiligt, so roknað verður við nakað av útróðri eftir páskir. Trý pør eru á gulllaksaveiðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo