Samráðingar hava verið millum Føroya Reiðarafelag og ávikavist Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið seinastu vikurnar. Samráðingarnar hava verið drúgvar, og langt hevur verið millum partarnar.
Semingsstovnurin varð tilkallaður, og hann hevur roynt at funnið semju millum partarnar. Fyrst valdi Semingsstovnurin fyribils at gevast við semingsroyndini, men leygardagin 23. apríl valdi Semingsstovnurin at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar til støðutakan.
Semingsuppskotið ásetir, at sáttmálarnir millum Reiðarafelagið og hesi bæði manningarfeløgini verða longdir óbroyttir við einum ári. Allir tríggir partar hava góðtikið hetta semingsuppskot.
Sáttmálin er sostatt longdur við einum ári og kann sigast upp til 1. apríl 2023.
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Føroya Reiðarafelag
Maskinmeistarafelagið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo