Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

IRF hevur havt aðalfund í dag, og ársúrslitið fyri 2021 er 4,5 mió. kr. í avlopi. Árið í fjør hevur víst seg at vera eitt gott ár fyri endurvinningarøkið. Nøgdirnar av burturkasti, sum IRF sendir til endurvinning eru vaksandi, og í fjør fóru fyrstu sendingarnar av graslíki og glasi av landinum til endurvinning.

4,5 mió. kr. í avlopi í 2021
Ársúrslitið fyri 2021 gjørdist 4,5 mió. kr. í avlopi, og hetta er 4,2 mió. kr. betri enn mett frammanundan. Inntøkurnar eru 8,1 mió. kr. hægri enn mett, annar uttanhýsis kostnaður er 2,6 mió. kr. hægri enn mett, og starvsfólkakostnaður er 1,3 mió. kr. hægri enn mett frammanundan.

Í 2021 hevur IRF gjørt íløgur fyri tilsamans 62,0 mió. kr. Av hesum vórðu 1,8 mió. kr. nýttar til brennistøðina, 4,5 mió. kr. til umsitingarbygningin á Hagaleiti, 47,5 mió. kr. á tyrvingar- og umlastingarplássum og 8,2 mió. kr. vórðu nýttar til bilar, bingjur og KT.

Bruttoúrslitið fyri 2021 gjørdist 66,2 mió. kr., sum er 5,3 mió. kr. meira enn í 2020. Fíggjarstøðan javnvigar við 266 mió. kr. í 2021 í mun til 227 mió. kr. í 2020.

Hetta er fyrsta árið hjá sitandi nevnd, sum tók við á aðalfundinum í apríl 2021.

Árið, sum fór

Ein triðingur sendur til endurvinning
IRF hevur ment seg nógv á endurvinningarøkinum seinastu árini, og fleiri burturkastbólkar, ið fyrr vórðu brendir ella tyrvdir, eru fluttir uppeftir á burturkasttrappuni og verða nú sendir av landinum til endurvinning. Í 2021 løgdust graslíki og glas afturat burturkastbólkunum, sum IRF sendir til endurvinning.

Í 2021 tók IRF ímóti 42.109 tonsum av burturkasti. Hetta er ein 3,4% hækking í burturkastmongdunum samanborið við 2020. IRF brendi 59,3% av hesum burturkastinum, endurvann 33,2% og tyrvdi 7,5%. Burturkastnøgdirnar, sum fóru til orkuútvinning (brenning) í 2021, vóru 24.967 tons í mun til 24.648 tons í 2020 og standa tískil mestsum í stað. Nøgdirnar til endurvinning í 2021 vóru 13.968 tons í 2021 í mun til 11.777 tons í 2020, sum er ein hækking á 18,6% samanborið við 2020. Tyrvingin er minkað 26,3% frá 4.305 tonsum í 2020 til 3.174 tons í 2021.

Nógv byggivirksemi
Í 2021 hevur virksemið hjá IRF verið merkt av nógvum byggivirksemi.

Arbeiðið við spennandi verkætlanini úti í Nýggjheiðum í Kvívík at byggja nýtt rottanga- og tyrvingarpláss hevur hildið fram, og á sumri 2021 varð reisigildi hildið.

Á Hagaleiti hevur arbeiðið við umsitingarbygninginum hildið fram, og serliga er tað millumbygningurin, sum knýtir brennistøðina saman við nýggja umsitingarbygningin, ið arbeitt hevur verið við. Eisini hevur kontrollrúmið á brennistøðini, sum er frá 1989, fingið eina størri tiltrongda dagføring.

ISO-góðkenning
Í 2021 eru allar deildir hjá IRF góðkendar sambært umhvørvisstýrisskipanini ISO-14001. Harumframt hevur IRF í 2021 eisini fingið ISO-góðkenning fyri arbeiðið við teimum seks heimsmálunum, sum umhvørvispolitikkur felagsins byggir á.

Endamálið við leiðsluskipanunum er eitt nú at tryggja, at øll starvsfólk arbeiða eftir sama leisti, soleiðis at góðskan á arbeiðinum verður so góð og jøvn sum gjørligt.

Øll ársfrásøgnin 2021 kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo