Eitt stórt ísfiskaskip og trý minni, eru úti. Vantandi landa øll í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu, men fiskaríið er smáligt. Seks frystilínuskip eru við Eysturgrønland og eitt undir Føroyum.
Tað skrivar Fiskamarknaðurin í síni seinastu meting.
Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðrið sær út til at blíva brúkiligt, so roknað verður við nakað av útróðri.
Annar djúpvatnstrolarin er á svartkalvaveiðu og landar møguliga síðst í vikuni. Hin liggur við bryggju.
Fimm pør eru úti og fara tey flestu helst at landa í vikuni. Tey fáa eisini nakað av hvítfiski, men fiskiskapurin er smáligur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo