Føroyingar eru ikki høgt í metum hjá The Scottish Pelagic Fishermen's Association og formanninum har, Ian Gatt.
FiskerForum endurgevur Ian Gatt fyri at siga, at hjá føroyingum er tað bara "business as usual" at ganga ørindi fyri russarar, hóast teir fremja krígsbrotsverk í stóran stíl í Ukraina.
Orsøkin til hørðu orðini frá Ian Gatt er avtalan ímillum Føroyar og Stórabretland, har ein leið norðanfyri Skotland verður umsitin av myndugleikunum í báðum londum í felag. Sostatt hevur tað ongan virkna, um skotar ella bretar banna russiskum førum á leiðini, tí tey fiska har eftir avtalu við Føroyar.
- Tað er ússaligt av føroyingum at halda fram við samstarvinum við russar, tá vit vita hvat gongur fyri seg í Ukraina, sigur Ian Gatt við FiskerForum.
Les eisini: Árni Skaale: Hatta hava bretar misskilt
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo