SEV skal umvæla byrgingina í Heygadali í Vestmanna, og Røkt, sum hevur síl í byrgingini, hevur kært avgerðina hjá SEV um at tøma byrgingina, men higartil til fánýtis.
- Vit eru vónbrotnir um at verða trýstir upp í eitt horn uppá henda mátan, tí vit hava bara bíðað eftir einum svari, og tá tað kemur, so er tað so seint at vit ikki hava nakra tíð at umráða okkum, sigur Johan í Niðristovu, stjóri í Røkt.
- Kunnu sílini ikki flytast okkurt annað stað?
- Jú, men so mugu vit fáa loyvi, eins og eina ordiliga freist og viðgerð. Vit hava bíðað í sjey mánaðir. Vit hava biðið um at sleppa at flyta sílini á Kaldbaksfjørð, men tað sleppa vit heldur ikki, sigur Jóhan í Niðristovu, sum leggur afturat, at fleiri fólk sum hava skil fyri tí eru samd við Røkt í, at sílastamman er verd at varðveita. Føroyska alivinnan hevur tó eina aðra áskoðan.
- Hvat hendir so nú?
- Seinasti kærumøguleikin er Vinnukærunevndin, og har liggur ein kæra nú sum vit ikki hava fingið svar uppá. Vónandi hevur kæran steðgandi virknað, og tað fáa vit svar uppá í dag. Um ikki, so verða sílini dripin tá byrgingin verður tømd.
Eini 800 síl eru í byrgingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo