Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Kann tað hugsast, at ársúrslitið hjá Meginfelag Búnaðarmanna er eitt barometur fyri, hvat fleiri føroyskar fyritøkur hava í væntu komandi árini, í øllum førum so leingi sum rávøruprísirnir eru so høgir?

Hóast nettosølan vaks munandi, úr 164 milliónum krónum fyrraárið til 171 milliónir krónur í fjør, sum er met, so tódnaði ársúrslitið niður í ein triðing í mun til árið fyri. Ársúrslitið var 3,3 mió kr í 2020 men bert 1,1 mió kr í fjør.

Lønirnar vuksu við áleið 1,4 mió kr, so tað gjørdi sítt, men stóri vøksturin var at síggja í framleiðslukostnaðinum, sum vaks við smáum 8 mió kr og endaði á 116,7 mió kr.

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at hon er nøgd við úrslitið, havandi í huga fortreytirnar.

- Vit vistu longu frá ársbyrjan, at t.d. fóðurprísurin á bulk fór at hækka munandi, men valdu at halda sama lága prísin alt árið. Hetta kostaði MBM umleið 2 mió kr, stendur í frágreiðingini.

Fíggjarstøðan hjá MBM javnvigaði við 105 mió kr og eginognin var stívliga 36 mió kr.

Hákun Steingrímsson er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo