BankNordik: Hóast føroyingar í stóran mun framvegis keypa og byggja vanlig sethús, so er siðbundna bústaðarmynstrið við at broytast. Alsamt fleiri íbúðir verða bygdar, og eftirspurningurin eftir dýru fermetrunum er í støðugum vøkstri.
Bústaðarmynstrið broytist Seinastu 10 árini er talið av íbúðum í Føroyum hækkað munandi, og á Streymoynni eru fleiri enn 500 nýggjar íbúðir bygdar í tíðarskeiðinum. Í 2021 vóru heili 144 av 197 nýggjum bústøðum á Streymoynni íbúðir.
“Vit síggja framvegis ein stóran eftirspurning eftir sethúsum kring landið, men serliga eftirspurningurin eftir smærri búeindum er vaksin nógv seinastu árini. Alsamt fleiri føroyingar velja at selja stóru sethúsini, tá ið børnini eru flutt heimanífrá, tí tey ynskja sær ein minni bústað, ið er lættari at halda,” sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn.
Hóast útboðið av íbúðum er størri enn áður, so veksur eftirspurningurin skjótari, og tað er við til at leggja trýst á prísin.
Vegurin inn á bústaðarmarknaðin Umframt vaksandi eftirspurningin eftir íbúðum hjá eldra ættarliðnum, so standa smærri búeindirnar eisini ovaliga á ynskilistanum hjá teimum ungu, ið skulu fóta sær á bústaðarmarknaðinum.
“Sethúsaprísirnir hava verið støðugt vaksandi seinastu árini, og tað er ein avbjóðing hjá teimum, ið skulu seta búgv. Hóast rentan hevur verið lág, og tað í nógv ár hevur verið lutfalsliga bíligt at læna pening, so gera høgu sethúsaprísirnir tað trupult hjá ungum fólki at keypa eini hús. Tá eru ráðini ofta at byrja við at keypa eina íbúð, ið bæði kostar minni at keypa og halda,” sigur Petur Mohr Niclasen.
Fólkavøksturin hevur verið umleið 800 um árið síðani 2018. Av teimum er helvtin í Tórshavnar kommunu, og hetta sæst eisini aftur í eftispurninginum.
##med2##
Miðalprísurin á íbúðum hækkaði við uml. 170.000 kr. úr 2,50 mió. í 2020 til 2,67 mió. í 2021. Tað svarar til ein prísvøkstur á 7%. Í fimm ára tíðarskeiðinum frá 2016 til 2021 hækkaði miðalprísurin á íbúðum við uml. 740.000 kr. úr 1,93 mió. til 2,67 mió. kr. Tað er ein prísvøkstur á uml. 38%.
Fyrstu fermetrarnir teir dýrastu
Broytta bústaðarmynstrið hevur við sær, at eftirspurningurin eftir íbúðum er vaksandi hjá bæði yngra og eldra ættarliðnum. Fleiri hava ráð til at bjóða upp á smærri bústaðirnar, og talan er eisini um lutfalsliga dýrar fermetrar. Í 2021 var miðal fermetraprísurin á einari íbúð í høvuðsstaðnum undir 60 fermetrar 45.400 kr., meðan fermetraprísurin fyri stóru íbúðirnar omanfyri 100 fermetrar í miðal var 27.200 kr. Í summum førum verða íbúðir eisini seldar fyri ein fermetraprís, ið liggur um 50.000 kr. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir miðal fermetraprísir á íbúðum í Tórshavn í 2021.
##med3##
Óviss framtíðarútlit
Í løtuni eru nógvar íbúðir í gerð, og fleiri byggiverkætlanir eru ávegis. Kundar rinda ein høgan prís fyri nýggjar íbúðir, ið hava góða staðseting, og lítið bendir á, at tørvurin á smærri búeindum verður nøktaður í næstum. Tó eru tað nú nøkur viðurskifti, ið kunnu væntast at tálma stóra prísvøkstrinum, hevur verið seinastu árini. Hækkandi rentur, vaksandi inflatión og kríggj í Evropa hava merkt árið 2022 higartil, og útlitini eru tí meira óviss enn áður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo