SAS boðar í dag frá, at felagið hevur sett Ann-Sofie Hörlin at standa fyri burðardygdini í flogfelagnum.
Ann-Sofie Hörlin hevur drúgvar royndir í sambandi við burðardygd í flogferðsluvinnuni frá fyrrverandi størvum hjá Malmö Aviation og BRA.
Ann-Sofie hevur seinastu árini arbeitt sum stjóri í Almi Invest og hevur havt fleiri nevndarsessir í vakstrarfyritøkum, skrivar SAS millum annað í tíðindaskrivi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo