Hagstovan: Seinasta árið hevur ferðin í lønargjaldingunum verið avtakandi. Nú er vøksturin steðgaður upp.
Lønargjaldingarnar fóru at vaksa aftur á heysti í 2020, men seinasta árið hevur vøksturin ikki havt somu ferð, og nú sæst eingin vøkstur í lønargjaldingunum. Tað vísir trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum mánað fyri mánað.
Í mars vórðu um 920 milliónir útgoldnar í lønum. Tað er eins nógv, sum sama mánað í fjør.
Lønirnar vaksa ikki longur hjá monnunum
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin í lønargjaldingunum.
Seinasta árið hevur vøksturin í lønargjaldingunum hjá monnum verið avtakandi, og nú sæst ikki longur ein vøkstur. Hinvegin hevur verið varisliga tiltakandi hjá kvinnum sama tíðarskeiðið.
Í mars áttu menninir um 560 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 61% av útgoldnu lønunum. Tað eru 26 milliónir færri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 355 milliónir, sum eru 16 milliónir meira enn sama mánað í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo