Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fishfacts skrivar: Fishfacts hevur skrivað og givið út greiningina, “Mackerel Season 2022”, har farið verður í dýpdina við norska, íslendska og føroyska fiskiskapinum eftir makreli í 2022.

Hugt verður millum annað eftir:

- Hvat miðalveiðan er per skip

- Hvør fiskar mest effektivt: Føroyar, Norra ella Ísland

- Hvar makrelurin verður fiskaður

- Oljunýtslan hjá føroysku skipunum í miðal samanborið við norsku og íslendsku skipini

- Hvør hevur lægsta Co2-útlátið fyri hvørt fiskað kilo av makreli

- Aðrar greiningar

Við effektiviteti meinast veiðuúrtøkan fyri hvørja siglda sjómíl. Greiningin vísir millum annað, at føroysku skipini vóru mest effektiv í oktober. Tá fiskaðu føroysku skipini í miðal 1,1 tons av makreli fyri hvørja siglda sjómíl.

Næsthægsta úrtøkan var í august, tá fingu skipini í miðal eitt tons av makreli fyri hvørja siglda sjómíl.

Hesar báðar mánaðirnar vóru tey føroysku skipini eisini tey mest effektivu samanborið við tey norsku og tey íslendsku skipini.

Big data, algoritmur og maskinlæra
Greiningin byggir á AIS-dátur, algoritmur og maskinlæru. Veiðuhagtølini eru fingin til vega frá myndugleikunum.

- Vit hava meira enn 6.000 fiskiskip í skipanini, og hvørt tað einasta fiskiskip er knýtt at okkara egnað fylgisveinakervi. Fyri hvønn minutt, sum gongur, framleiða vit dátur um ferð, vind, ferðamynstur og annað, og tað merkir, at vit ein vanligan dag framleiða meira enn átta milliónir dátur – ella meira enn tríggjar milliardir dátur um árið, og tað er ikki einki, sigur Hanus Samró, medeigari í Fishfacts.

Leinkja. Makrelfiskiskapurin 2022 - https://vimeo.com/831919516

Viðhefta sjónbandið vísir fiskiskapin eftir makreli hjá niðanfyrinevndu skipum í tíðarskeiðinum 3. august 2022 til 3. september 2022:

- Finnur Fríði (FO)
- Christian í Grótinum (FO)
- Slaatterøy (NO)
- Gerda Marie (NO)
- Børkur (IS)
- Vilhelm Thorsteinsson (IS)

Fiskiskipini eru tilvildarliga vald. Tey endurspegla ikki greiningina á nakran hátt, men sjónbandið vísir greitt, hvussu tú við søguligum AIS-dátum kanst endurskapa og endurspæla slóðirnar og ferðamynstrini hjá føroysku, norsku og íslendsku fiskiskipunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo