Faer Isles Distillery: Nógv umrødda føroyska distillaríið byrjar í dag sítt seinna almenna umfar av altjóða hópfígging. Málið er at útvega 6 mió. kr., sum fyrst og fremst skulu brúkast til at gera nýggjar íløgur á stykkinum hjá felagnum í Kvívíkshaganum umframt íløgur í grønari orkutøkni í framleiðslubygninginum í Vestmanna, so framleiðslan kann gerast meira umhvørvisliga burðardygg.
Felagið hevur rokkið einum týðandi máli við nú at vera í fullari whisky-framleiðslu. Harvið er truplasta tíðarskeiðið hjá einum nýggjum whisky-framleiðara av. Higartil eru brúktar 41 mió. upp á verkætlanina, men tá eru allar neyðugar íløgur longu gjørdar.
Whisky skal búnast í 3 ár á eikitunnu, áðrenn tað kann seljast á fløsku. Tískil væntast sølan at økjast munandi frá 2026. Faer Isles Distillery framleiðir umframt hágóðsku single malt whisky eisini vodka, akvavitt og ginn.
Fyrra umfarið av hópfígging í 2021 reisti knappar 7 mió, tá íleggjarar úr 23 ymiskum londum settu pengar í felagið. Í dag eru 670 partaeigarar í Faer Isles Distillery P/F. Bæði táverandi og núverandi útbjóðing og greiningartilfar eru góðkend av danska Fíggjareftirlitinum.
Nýggja útboðið byrjaði fyri limum og verandi íleggjarum fríggjadagin, og longu fyrstu 24 tímarnar skrásettu fólk seg fyri 1 mió. Minstamarkið er 50 partabrøv á 110 kr. partabrævið.
Útboðið fer fram á heimasíðu felagsins, www.faer.fo. Har er ein íløguframløga at finna við tilfari um felagið og ætlanirnar fyri framman.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo