Fiskaaling: Aftur í ár heitir Fiskaaling á sílafiskarar um at taka lut í sjósílaverkætlanini, ið er stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelag.
Øll, ið hjálpa til við kanningini, eru við í lutakasti um 10.000 skattafríar krónur. Fyri at vera við í lutakastinum krevst einans, at luttakarar senda brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum av sílum til Fiskaaling.
Fiskaaling brúkar upplýsingarnar og roðsluroyndirnar til at gera skrásetingar og nærri kanningar, sum eru við til at økja um vitanina um føroysku sjósílini. Lutakastið verður í desembur og drigið verður millum allar innkomnu brævbjálvar.
Fiskaaling hevur framleitt serligar brævbjálvar til verkætlanina. Teir fáast ókeypis kring landið á hesum støðum:
- Magn, Trongisvágur
- Hjá Rólant, Sandur
- Jógvan Weihe, Tórshavn
- Effo, Kollafjørður
- Effo, Skálafjørður
- Stanley, Norðskáli
- Berglon, Klaksvík
Luttakarar kunnu eisini skriva navn og bústað til okkara á fiskur@fiskaaling.fo, so senda vit brævbjálvar.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at seta seg í samband við Kirstin Eliasen, deildarleiðara og granskara á Fiskaaling.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo