Nýggja fýrastjørnaða hotellið, sum ætlanin er at byggja í Klaksvík, hevur fingið prinsippielt byggiloyvi frá Klaksvíkar býráð, skrivar KvF.
Christian í Grótinum, LÍV, Betri, Varðin og íløgufelagið Víkin, ið telur 16 lokal feløg í Norðoyggjum, standa aftan fyri felagið, ið letur hotellið byggja.
Á hotellinum vera 81 kømur, matstova og fundarsalur til 300 fólk.
Tað fer at kosta 150 milliónir krónur og stendur liðugt í 2025, skrivar KvF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo