Bæði topplinja og botnlinja settu met hjá partafelagnum Vónini við heimstaði í Fuglafirði í fjør.
Sølan vaks við góðu 35 mió kr og endaði á 333 mió kr. Og vinningurin eftir skatt vaks endaði á 41 mió kr, sum er stívliga tvær mió kr meira enn árið fyri.
Starvsfólkaútreiðslurnar vóru smáar 52 mió kr, sum er áleið 4 mió kr meira enn árið fyri. Miðaltalið á starvsfólkum var 99, ein meira enn árið fyri.
Endamálið hjá Vónini er at framleiða og selja fiskireiðskap og aliútgerð, reka handil og ídnað ella annað virksemi í hesum samhandi. Felagið hevur dóttirfeløg í Grønlandi, Danmark, Íslandi og Kanada, og hesi spýttu øll í raksturin við positivum úrslitum.
Leiðslan er nøgd, og íslendsku eigararnir útlutaðu sær góðar 15 mió kr í vinningsbýti.
Fíggjarstøðan hjá Vónini javnvigaði við 333 mió kr, eginognin var 236 mió kr.
Hjalmar H. Petersen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo