Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskaaling: Granskingarráðið hevur játtað 800.000 krónur til granskingarverkætlan, hvørs endamál er at menna eitt amboð, ið kann vísa, hvussu bitlar frá alivirkseminum søkka og síðani spjaðast og leggjast á botnin í firðunum. Eitt tílíkt amboð kann verða sera hent hjá vinnu og myndugleikum, tá alivirksemi skal leggjast tilrættis, ella tá botnkanningar skulu gerast.

Fiskaaling hevur seinastu mongu árini arbeitt við at fáa vitan um, hvussu okkara firðir virka og í hvønn mun alivirksemi ávirkar firðirnar. At ala laks viðførir at stórar mongdir av lívrunnum evni verða slept út í sjógvin og spjaðast runt á firðunum. Verkætlanin er tískil eitt náttúrligt framhald av granskingararbeiðinum at meta um, hvussu alivirksemi ávirkar føroysku firðirnar.

Granskingarverkætlanin við langa heitinum, ADepoPlan: Accessible deposition modelling tools for improved environmental planning ella Atkomuligur botnfalsmyndil til betri umhvørvisráðlegging, fer at validera ein botnfalsmyndil. Við øðrum orðum skulu kanningar gerast fyri at vísa, at myndilin á nøktandi hátt megnar at simulera, hvar bitlarnir enda. Amboðið verður síðani tøkt hjá vinnuni ella myndugleikum at brúka.

Arbeiðið at fáa ein botnfalsmyndil, ið kann vísa hvussu bitlar, so sum skarn ella fóðurrestir, spjaðast og søkka og síðani enda á botninum, byggir m.a. á 3D hydrodynamiska myndlan av rákinum og vatnskiftinum, sum granskarar á Fiskaaling hava ment (FarCoast).

Tað er Birgitta Andreasen, granskari á Fiskaaling, sum er verkætlanarleiðari. Afturat Birgittu eru aðrir granskarar á Fiskaaling knýttir at verkætlanini. Eisini verður samstarvað við Havforskningsinstituttið í Bergen og føroysku fyritøkurnar Vikmar og Hiddenfjord.

Granskingarráðið hevur játtað 800.000 krónur til verkætlanina, sum íalt væntast at kosta knappar 3 mió krónur. Verkætlanin fer at taka eini tvey ár og peningurin frá Granskingarráðnum fer í stóran mun at verða brúktur til sýnistøku, kanningar o.a., sum skal gerast í sambandi við validering av botnfalsmyndlinum.

Verkætlanarleiðari: Birgitta Andreasen

Les eisini:

FarCoast (fiskaaling.fo)
Tólv verkætlanir fingið stuðul til gransking (gransking.fo)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo