Jóhan Páll Joensen, stjóri í Pelagos, hevur verið og tosað við Uttanlandsnevndina og boðskapur hansara var greiður.
- Eitt og hvørt tiltak móti Russlandi kann ávirka okkara útflutning til Russlands.
Tað segði hann á middegi í samrøðu við Útvarpið.
- Verða tiltøk sett í verk móti Russlandi, so fáa vit eitt svar frá russum, vænta vit, segði stjórin.
- Og tað kann fáa fatalar fylgjur fyri uppsjóvarvinnuna.
- Millum 40 og 60 prosent av okkara útflutningi er farin til Russland seinnu árini, segði hann við Útvarpið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo