Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Sølan av el-bilum hevur rættiliga tikið dik á seg hesa seinastu tíðina. Fyri 10 árum síðan vóru bert tríggir av gott 20.000 persónbilunum í Føroyum el-drivnir. Í 2019 vóru el-bilarnir komnir upp á 99, men síðan tá er talið av el-bilum meira enn ellivufaldað.

Í byrjanini av 2022 vóru 603 el-drivnir persónbilar skrásettir í Føroyum. Tá vit komu inn í hetta árið var talið næstan tvífaldað til 1.106 el-drivnar persónbilar, og tað er framvegis stórur vøkstur í eftir­spur­ningi­num og søluni av el-bilum.

Heldur henda gongdin fram, so fer talið av el-bilum at vera umleið 10.000 um fimm ár, og hetta fer at svara til umleið triðingin av samlaða talinum av skrásettum persónbilum í Føroyum.

Tøknilig menning og størri útboð sett fer á søluna av el-bilum
Fremstu orsøkirnar til stóra vøksturin í skrásettum el-bilum eru tøkniliga menningin og skjótt vaksandi útboði av el-bilum hesi seinastu árini. Í 2018 var vanligt við 20 kWt battaríum, men í dag eru flestu battaríini omanfyri 60 kWt. Tað merkir, at flestu el-bilarnir nú koyra millum 300 og 400 kilometrar upp á eina løðing, ella ein tanga, sum vit vildu sagt um bensin og diesel bilarnar.

Fyri fáum árum síðan var sjáldsamt at síggja el-bilar í úrvalinum hjá stóru og kendu bilverksmiðjunum, men hetta er eisini fullkomiliga broytt. Seinastu árini eru alsamt fleiri el-bilar komnir í úrvali, og tað leggjast alla tíðina fleiri el-bilar afturat úrvalinum av nýggjum bilum á marknaðinum.

Stórur tørvur verður á fleiri el-løðistøðum komandi tíðina
Skjótt vaksandi talið av el-bilum fer at seta stór krøv til útbygging av infrakervinum við løðistøðum til el-bilar, kring alt landið, hesa komandi tíðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo