Betri Banki: Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hækkaðu 4. mai leiðandi rentuna við 0,25%. Hetta er fjórðu ferð í ár.
Rentan verður hækkað fyri at tálma eftirspurninginum eftir vørum og tænastum og harvið minka um inflasjónina.
Rentuhækkingarnar hava við sær, at Betri Banki eisini hækkar inn- og útlánsrenturnar.
Fyri bæði privat- og vinnukundar hækka inn- og útlánsrenturnar við upp til 0,25% stigum.
Broytingarnar koma í gildi 7. juli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo