Nærum 22 mió kr lógu eftir til eigarnar hjá KJ Hydraulik við heimstaði í Fuglafirði tá hvør hevði fingið sítt í fjør.
Tað skal samanberast við nærum 16 mió kr árið frammanundan.
Betraða úrslitið kemur frá øktari sølu. Hon var 374 mió kr í fjør, næstan 70 mió kr meira enn árið fyri. Eisini starvsfólkakostnaðir vuksu og endaðu á 74 mió kr, 16 mió kr meira enn árið frammanundan.
Men leiðslan nevnir í frágreiðingini eisini endurgjald frá tryggingini, eftir at bygningur felagsins við Ljósá brendi í august í fjør. Hetta var ein óvanlig inntøka, sum ávirkaði úrslitið.
Fíggjarstøðan hjá KJ Hydraulik javnvigar við 203 mió kr, eginognin var 102 mió kr.
Ólavur A. Olsen og Viggo K. Johannesen eru stjórar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo