Vinnuhúsið: Seinastu árini hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag merkt ein vaksandi eftirspurning eftir ráðgeving innan burðardygd. Fyri at nøkta nýggja tørvinum avgjørdi Føroya Arbeiðsgevarafelag fyrr í árinum at seta ein ráðgeva til at arbeiða við burðardygd burturav.
Súsanna Berg byrjaði í starvinum í farnu viku og skal nú til at mynda nýggja starvið. Í næstum er málið at seta nøkur netverk á stovn har t.d. tey, ið arbeiða við burðardygd, úti á ymisku fyritøkunum, kunnu hittast og tosa um felags avbjóðingar og uppskot til loysnir. Eisini er ætlanin at skipa ymiska førleikamenning bæði fyri tær fyritøkur, ið longu nú arbeiða við burðardygd og tær, sum nú ætla sær í gongd.
Ein fyritreyt fyri at nýggja starvið skal eydnast væl, er at útgangsstøðið altíð verður tikið í teimum avbjóðingum, sum vinnan hevur og at starvið verður formað í tøttum samstarvi við vinnuna. Tí vilja vit sera fegin frætta frá tykkum um hvørjar avbjóðingar ella ivamál tit sita við nú og hvat tit ynskja at Vinnuhúsið setur fokus á fyrst. Eisini vilja vit sera fegin koma út at vitja fyritøkur og síggja umstøðurnar og hoyra um virksemi og hvørjar ætlanir eru fyri framman.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo