Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

ALS: Ársroknskapurin hjá ALS fyri 2022 varð samtyktur av stýrinum fyri ALS í farnu viku, og hann vísir eitt avlop á 24,9 mió. krónur, sum er væl minni, enn tað var árið frammanundan, tá avlopið var 134,1 mió. krónur.

Orsøkin er, at ALS hevði 113,1 mió. krónur í missi av virðisbrævaognunum.

Eginognin hjá ALS er nú komin upp á 1.107 mió. krónur.

Arbeiðsloysið í Føroyum var metlágt í 2022
Í miðal fyri alt árið var arbeiðsloysið bara 0,8%, sum er tað lægsta nakrantíð í Føroyum. Níggjanda árið á rað var arbeiðsloysið í Føroyum í 2022 tað lægsta samanborið við onnur lond í Evropa, og var í 2022 eitt tað lægsta yvirhøvur í øllum heiminum. Tað var bara í teimum trimum londunum, Kambodja, Katar og Niger at arbeiðsloysið í 2022 var lægri, enn tað var í Føroyum.

Lága arbeiðsloysið, nógva virksemið og høgu lønargjaldingarnar síggjast aftur í inn- og útgjøldunum hjá ALS.

ALS-gjaldið var óbroytt, 1%, í 2022, og samlaðu inngjøldini í 2022 vóru 221,3 mió. krónur í mun til 208,3 mió. krónur árið fyri. Vøksturin stavar frá, at samlaðu lønargjaldingarnar vóru hægri í 2022 í mun til 2021.

Samlaðu útgjøldini eru støðugt minkaði síðani 2011, tá ALS rindaði 308,4 mió. krónur í arbeiðsloysisstuðli. Í 2022 vórðu 62,5 mió. krónur rindaðar í stuðli.

Útgjøldini av vanligum arbeiðsloysisstuðli minkaðu við 14,7 mió. krónum úr 43,5 mió. krónum niður í 28,8 mió. krónur. Hinvegin vuksu útgjøldini úr fiskavirkisskipanini úr 24,4 mió. krónum upp í 25,6 mió. krónur.

Útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini er harvið nærum líka stórt sum útgjaldið av vanligum arbeiðsloysisstuðli. Í desember mánaði 2022 var nærum tvífalt so nógv goldið í arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini sum úr vanligu skipanini.

Skiftisavlopið – tað er munurin millum samlaðu inngjøldini og samlaðu útgjøldini – gjørdist eitt avlop á 159,6 mió. krónur í mun til 132,4 mió. krónur í 2021.

Starvsfólkakostnaðirnir hækkaðu við 473 tús. krónum, sum svarar til eina hækking á 3,0%, sum er á leið tað, sum sáttmálalønirnar hækkaðu.

Tað er vorðið alsamt bíligari at reka ALS hesi seinastu nógvu árini. Samlaðu rakstrarkostnaðirnir vóru 4,3 mió. krónur í 2022, sum er 375 tús. krónur minni enn árið fyri.

Rakstrarkostnaðirnir í 2022 vóru teir lægstu síðani 1995 – í 27 ár – og samanborið við rakstrarkostnaðirnar hjá donskum a-kassum, so var ALS aftur í 2022 væl bíligari enn donsku a-kassarnir at reka.

Samlaðu virðisbrævaognirnar vuksu við 23,8 mió. krónum og vóru 1.059,3 mió. krónur við árslok í  2022.

Mikið órógv hevur verið á altjóða fíggjarmarknaðunum í 2022. Stórar príshækkingar vóru í farna ári, og í eini roynd at tálma príshækkingunum, hækkaðu miðbankarnir renturnar. Prísirnir á bæði parta- og lánsbrøvum lækkaðu, og fyri ALS hevði tað við sær, at avkastið var negativt, minus 10,7%. Tað merkir, at samlaði missurin var 113,1 mió. krónur.

Tað er ein minking á stívliga 136 mió. krónur í mun til 2021.

Ársúrslitið í 2022 var eitt avlop á 24,9 mió. krónur, sum er 109,2 mió. krónur minni enn í 2021.

Við árslok var eginognin 1.107 mió. krónur, sum er tað mesta í søgu ALS.

Hóast stóra fíggjarmissin og hóast ársúrslitið var munandi verri enn undanfarna ár, eru stýrið og stjórn nøgd við úrslitið. Bæði skiftisavlopið og úrslitið áðrenn fíggjarpostar var munandi betur í mun til árið fyri, og tað fegnast vit um. Við avlopinum í 2022 er Arbeiðsloysisskipanin styrkt enn meira, langtíðarhaldførið er tryggjað, og skipanin er fíggjarliga væl fyri at standa ímóti bakkøstum, sum kunnu koma”, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri hjá ALS

Leinki til ársroknskapin fyri 2022 : ALS - ársroknskapur 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo