Partabrævið hjá Nordiq Aqua Partners, sum hevur til endamáls at ala laks á landi í Kina, vaks nærum 13% í virði í farnu viku og endaði á 75 krónum.
Tað eru føroyingarnir Ragnar Joensen og Hjalti Hvítklett sum manna leiðslubólkin í Nordiq Aqua Partners, sum er skrásett í Oslo.
Felagið er sambært heimasíðuni fyrsta felag av sínum slagi, sum alir laks á landi í Kina. Tað varð stovnað í 2016.
Fyrsti laksurin verður væntandi tikin seinni í ár.
Ongin beinleiðis orsøk sæst til vøksturin í virðinum á partabrævinum, so sum kunning frá felagnum til marknaðin um nakað nýtt. Partabrævið er lítið handlað, og tað er eitt fitt petti upp til toppin sum var beint eftir skrásetingina. Tá varð tað handlað til góðar 91 krónur. Men tað er vaksið í virði næstan 25% síðsta árið, sum kundi bent á, at álitið hjá íleggjarunum veksur sum tað nærkast at felagið fer at taka fyrsta fiskin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo