Norðoya Sparikassi: Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hækkaðu rentuna 4. mai 2023, og tí hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini.
Innlánsrentur hækka við upp til 0,40 %-stigum og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar.
Broytingarnar koma í gildi tann 10. juli 2023.
Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo