- At føroyingar ikki kunnu økja virðið á sínum fiskavørum, uttan at tollhamarin fellur, er ein afturvendandi orsøk til frustratiónir í Føroyum, sigur føroyska sendikvinnan í London Kate Sanderson við miðilin The New European.
So skjótt sum fiskurin verður víðari virkaður kemur hann undir ein annan vørubólk, og tað kann taka bæði ár og dag at fáa skrivstovuveldið í ES at góðtaka at henda einstaka vøran eigur at verða undantikin.
- Og tað er sjálvandi altíð nakað fyri nakað. ES hevur longu fría atgongd til til føroyska maknaðin, og vit hava onki eftir at lata. ES hevur fyrimunin hjá tí størra og har er eitt vist ósambæri, sigur føroyska sendikvinnan í London, Kate Sanderson við The New European.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo