Atlantic Airways: Tann 1. september 2022 verða prísirnir fyri rutuflúgving við tyrluni tillagaðir soleiðis, at tey, ið ikki hava fastan bústað í Føroyum, skulu rinda meira fyri at flúgva við tyrluni.
Atlantic Airways røkir rutuflúgvingina millum oyggjarnar fyri Strandfaraskip Landsins. Rutuflúgvingin knýtir smáu oyggjarnar upp í meginøkið og er í nógvum førum einasti samferðslumøguleikin hjá útoyggjafólki.
Íbúgvar á útoyggj hava tí fyrimunir framum onnur, tá tað ræður um tyrluflúgving. T.d. rinda tey hálvan prís, umframt at tey kunnu bíleggja pláss við tyrluni upp til 30 dagar áðrenn fráferð, meðan onnur í fyrsta lagi kunnu bíleggja sjey og tveir dagar áðrenn.
Við at gera tað dýrari hjá ferðafólki við bústaði uttanlands, er vónin, at tað betrar enn meira um møguleikarnar hjá útoyggjafólki at ferðast við tyrluni.
Soleiðis sær nýggja prísbólkingin út:
Bólkur 1: Persónar, sum eru skrásettir í fólkayvirlitinum við bústaði á útoyggj, rinda index 50.
Bólkur 2: Persónar, sum eru skrásettir í fólkayvirlitinum við bústaði í Føroyum, rinda index 100.
Bólkur 3: Persónar, sum ikki eru skrásettir í fólkayvirlitinum, rinda index 300.
Dømi: Tá bólkur 2 rindar 100 kr, rindar bólkur 1 50 kr, og bólkur 3 rindar 300 kr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo