Í dag kemur fyrsta flogfarið hjá SAS til Føroya eftir at verkfallið er av. Flogfarið stendur at koma klokkan 12.15 eftir ætlan, men spurningurin er so um tað fær sett seg fyri mjørka.
Eitt flogfar hjá Atlantic hevur júst sett seg eftir at hava bíðað eftir líkindum í góða løtu.
Seinna flogfarið úr Keypmannahavn, sum stóð at koma klokkan 9.08, hevur nú eisini sett seg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo