07 Vestur: 07 Vestur hevur verið í Næsby og heintað 19-ára gamla Rasmus Juel Knudsen, sum skal styrkja um verjuna til seinnu hálvu.
Hóast ungan aldur, hevur Rasmus longu nærum tvey heil kappingarár í donsku landskappingini fyri menn. Fyrra árið gjørdist hann kendur á besta liðnum hjá Næsby, í donsku 2. deild, og í ár, eftir niðurflyting, í 3. deild.
Rasmus hevur luttikið í venjing hesa vikuna, og verður væntandi klárur til dystin móti AB sunnudagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo