Sløkkiliðið í Sørvági varð tilkallað, tí eldur var í eini alieind hjá Luna í Selvík.
Sambært vakthavandi, so er ikki talan um nakran fólkaskaða.
Atli Gregersen sigur í suttari viðmerking tá VP spyr, at teir hava havt trupulleikar við tí einu lokaðu eindini í Selvík, men talan er ikki um nakran stóran trupulleika.
- Eldurin hevur hvørki givið fólkaskaða ella fiskaskaða, sigur Atli Gregersen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo